Trý stór amerikansk nøvn

Bonnie ?Prince? Billy, The Billinger Escape Plan og Kings of Leon fara í ár at vitja Roskilde Festivalinum. Skráin til Roskilde Festivalin byrjar nú at verða meira greið og við hesum stóru amerikansku nøvnunum sær út til, at tað ivaleyst verður eitt stórt upplivilsi aftur í ár at fara framvið festivalinum.

 

Bonnie ?Prince? Billy er millum størstu singer-songwriters í USA . Hann er meistari í at syngja um eksistensin, tá ið hesin er mest nakin og sárbarur. Síðan byrjanina av 90?unum hevur hann givið eina rúgvu av fløgum út, sum ummælarirnir hava elskað.

 

The Dillinger Escape Plan hevur verið við til at gera genruna math-core og live-konsertir teirra eru kendar sum verandi bæði brutalar og fullar av orku.

 

Kings og Leon spæla klingandi garagurokk. Prestasynirnir hava serliga fingið íblástur frá amerikanska 70?ara gittarljóðinum, men úttrykk teirra mennist á øllum fløgum teirra. Kings og Leon bjóða tær til ?rock?n?roll?-guðstænastu, har krossarnir ristast og pussið dettur niður av veggjunum.