Trø skulu ikki veksa inn í himmalin

Misskil meg ikki, eg elski trø og trævøkstur og havi ein dreym um, at stór øki í Føroyum verða skógarvaksin, lat tað vera sagt!

Men, tað er ikki gott fyri trivnaðin í grannaløgum, at trø vaksa seg so stór, at tey taka útsýnið og sól frá frá bæði fólki og vøkstri annars.

##med2##

Vit eiga at hava eina reglugerð í kommununi fyri, hvussu og hvar trø verða plantað - og hvussu høg tey skulu hava loyvi at vera.

 

Tað vil eg arbeiða fyri