»Skúgvur« og »Munkur« hava ligið við bryggju á Skála til sølu, síðani teir í november í fjør vóru avloystir av spansktbygdu partrolarunum »Stelki« og »Baki«.
»Munkur« verður umbygdur til frystitrolarar, meðan »Skúgvur« framhaldandi skal nýtast sum ísfiskatrolari. Føroysk manning skal sigla skipini til Afrika og Suðuramerika.
Línuskipið »Stapin II«, ið hevur ligið á Toftum síðani nýggi »Stapin« hjá P/F Regn kom til Føroyar í fjør, skal byggjast um til eitt stuttleikafar við skrivstovu- og bústaðarmøguleikum. Keyparin er ein norðmaður sum er búðsitandi í Keypmannahavn, ið arbeiðir við at gera dokumentarfilmar.
Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum sum hevur skipað fyri søluni av teimum trimum skipunum.










