Trý sólkrem tú ikki skalt brúka

Tað nærkast tíðini av árinum, har kuffertini verða pakkað og fólk fara suðureftir. Tí ræður um at keypa rætta sólkremið

Danska brúkararáðið, Tænk, hevur gjørt eina gjøllað kanning av sólkremum, og kanningararbeiðið vísir, at trý sólkrem lúka ikki krøvini fyri at vera nóg góð. Tey eru Clinique Mineral Suncream Lotion for Body, sum sambært Tænk einans verjir teg við faktor 13 ístaðin fyri faktor 30, sum stendur á pakkanum. Somuleiðis vísir kanningin, at hetta sólkremið ikki verjir nóg væl móti UVA strálum frá sólini. 

 

 

Næsta kremið, sum Tænk metir ikki nøktandi, eitur Clarins Sun Care Cream, sum sambært kanningunum hevur minni enn faktor 20 verju, sum annars stendur á pakkanum. Og tað síðsta er Piz Buin Moisturising Sun Lotion, sum hevur faktor 24 sambært kanningunum, men reklamerar á pakkanum við hægri faktor. 

 

 

Fleiri góð sólkrem eru eisini at finna í kanningararbeiðnum. Tey sólkrem, sum eru góð sambært Tænk, eru at síggja í myndasavni undir hesari greinini. Trýst á myndirnar fyri at fáa tær størri. Fleiri sólkrem verða lýst við sum verandi vatnføst. Men Tænk skrivar, at fyri at liva upp til reglurnar um at vera vatnfast, so skal einans helmingurin av sólkreminum verða eftir, tá ið ein hevur verið í vatni. Tí er viðmæli, at fólk altíð smyrja seg umaftur eftir at hava verið í vatnið.