Trý ára barnsburðarfarloyvið

Valevni fyri Miðflokkin ynskir eina skiftistíð frá barnsburðarfarloyvið til arbeiðsmarknaðin.

Bjarta Petersen, valevni fyri Miðflokkin, heldur at stovnar eiga ov stóran lut í børnum, og at foreldrini hava ov lítlar heimildir at vera heima við sínum egna barni. Av tí sama fáa børn ikki altíð neyðuga uppmerksemi, tá ið tey dragast við sjúku ella mistrivnað, metir hon.

- Vit eiga at virka fyri, at børn hava ein meira fleksiblan gerandisdag. Hetta kann vera ein meira lagalig tilgongdartíð við innkoyring, og eisini meira møguleikar fyri niðursettari tíð. Børn áttu at sloppið at komi seinni, ella verið færri dagar, so tey har heima føla, at tey eiga barnið, ístaðin fyri at stovnurin eigur tey og barnið. Ein annar møguleiki hevði verið, at foreldur høvdu møguleika at koma við sínum barnið onkrar dagar í barnagarð, ella onkrar løtur, skjýtur hon upp í lesarabrævið.

Bjarta Petersen heldur, at hetta kann loysast við at geva foreldrunum eina skiftistíð, soleiðis, at foreldur koma stigvíst upp aftur í fulla arbeiðstíð eftir barnsburðarfarloyvið.

- Best var, um barnsburðarfarloyvið ikki endaði við eitt, men gleið inní, at arbeiða fyrst 10 tímar um vikuna og so, til dømis økt tímatalið til 20, 30 og møguliga 40 tímar, tá barnið er 3 ár. Og her mugu arbeiðsplássini verða meira fleksibul, skrivar hon.

Sí lesarabrævið hjá Bjørtu Petersen í fullum líki her