Komandi sunnudag eru liðin trý ár, síðani Hoyvíkar kirkja varð tikin í nýtslu. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meiri burtur úr teirri vanligu gudstænastuni henda morgunin.
Tað verður Sonja Klein, prestur sum fer at prædika, samstundis sum sunnudagsskúli verður hildin sum vanligt í kirkjukjallaranum.
Fyri at seta eina eyka dám á gudstænastuna fer Tórshavnar Manskór at syngja nakrar sangir undir gudstænastuni.
Eftir gudstænastuna verða øll boðin niður í kjallaran til ein góðan drekkamunn.