Trýr ikki upp á Fólkaflokkin

Formaðurin í Suðuroyar Fólk­a­floksfelag – nýggi borg­ar­stjórin í Hvalba, Trygvi Gud­munds­son, hevur ikki álit á sínum egna flokki ella floks­for­mann­i­num Jørgen Nicl­a­sen.

Tískil hevur hann leit­að sær hjálp frá Krist­ini Michelsen úr Javn­að­ar­flokk­i­num og Sirið Stenberg úr Tjóð­veld­i­num til tess at veita Hvalba endurgjald fyri skað­an, sum havnarlagið fekk í kynd­i­ls­mess­uódnini í 2008.
Saman við Janusi Rein, utt­an­flokka­ting­manni og Poul Michelsen úr Framsókn hava tey lagt uppskot fyri ting­ið um løgtingslóg um stuð­ul til Hvalbiar kommunu til um­væling av brimverju.
Herfyri var borg­ar­stjórin á vitj­an í Havn, har hann tos­aði við tingfólk úr sam­gongu og and­støðu um at fáa somu fíggj­ar­ligu hjálp, sum Skál­a­vík fyri skaðan, sum tey fingu á havnarlagið í somu kynd­ils­mess­uódn.
Og sjarmuferðin hjá borg­ar­­stjór­a­num í Hvalba rigga so mikið væl, at uppskot nú er lagt fyri tingið um at veita komm­ununi eina mill­ión og 430.000 krónur í end­ur­gjaldi.
Men tað eru altso ikki floks­felagarnir, sum eiga hetta upp­skotið, men and­støð­an á tingi.