Skal talan verða um eina privata loysn viðvíkjandi Eysturoyartunnlinum, so eiga bummpengar at krevjast frá bilunum, ið koyra frá hesum tunnlinum til Havnar. Verður talan um eitt alment tunnilsfelag, sum virkar til frama fyri alt landið er søkin ein onnur, tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn, sum hevur verið frammi í miðlunum við einum møguligum bummgjaldi.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Trónd Sigurðsson um Eysturoyartunnilin og samferðsluna í høvuðsstaðnum.