Tróndur í Gøtu á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í nátt við sild til Varðan Pelagic

Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í nátt við 1.250 tonsum av sildi, sum skulu landast til Varðan Pelagic. Tað skrivar heimasíðan jn.fo.

Sambært jn.fo hevur Tróndur í Gøtu roynt í íslendskum sjógvi beint vestan fyri føroyska markið, og teir fara at byrja at landa tíðliga í morgin.