Tróndur bíðar spentur

Tróndur Patursson situr í Kirkjubø og bíðar, tí brátt fær hann svar uppá, um ætlaða verkætlan hansara í Kastrup gerst veruleiki. Greitt er tó, at talan verður ikki um kenda glasrúmið, og orsøkin er hæddarræðsla. Ætlanirnar um glaslistaprýði í eini kirkju í Newcastle eru í løtuni steðgaðar upp


Listamaðurin og ævintýrarin Tróndur Patursson er kendur úti í heimi. Hevur m.a. nýliga sýnt fram í París.

Tróndur hevur verið virkin uttanfyri landoddarnar og leingi hevur verið arbeitt við einum verki, ið eftir ætlan skal prýða um í Kastrup í Danmark. Tróndur situr spentur við telefonina í hesum tímum, tí avgerðin hesum viðvíkjandi kann falla hvørja løtu.


Flogvøllur og hæddarræðsla

Tó er greitt, at talan verður ikki um tað so kenda spegilsrúmið, kosmiska rúmið, ella nakað, ið minnir um tað. Hetta lá annars eisini í ætlanunum.

Listaráðið, ið tekur avgerðirnar, hevur tó mett, at hetta er ikki skilagott. Meting teirra er, at ikki er ráðiligt at hava slíkt rúm á einum flogvølli, har fólk eru ávegis í flogfør og í luftina.

Orsøkin er sambært listaráðnum, at fólk kunnu fáa hæddarræðslu av rúminum og hetta verður ikki mett ráðiligt á einum flogvølli.

- Men so er tað fuglakompositiónin, ið tykist hava møguleikar, sigur ein spentur Tróndur Patursson.


Biskuppur mótmælti

Tróndur hevur eisini leingi arbeitt við eini ætlan, har hann skal gera glaslist til eina kirkju í Newcastle. Her eru tó trupullreikar og ógreitt er, hvussu verður.

Listaráðið á staðnum hevði tikið játtandi avgerð og fígging var fingin til vega. Men so mótmæltu biskuppur og prestar, tí hildið varð, at ætlanirnar samsvaraðu ikki við søguna og tað, ið prýddi kirkjuna frammmanundan.Ávís myndevni prýða kirkjuna og Tróndur hevur eisini myndevni úr bíbilsøguni. Men hóast abstarkkt list er í kirkjni, so ynsktu mótmælararnir ikki meira av hesum og vildu tryggja seg.

Tað stendur í botni, men Tróndur umhugsar at gera broytingaruppskot, men spurningurin er um tað loysir seg og hvussu langt ein skal ganga á neyðsemjuvegnum, heldur Tróndur, sum eisini minnir á, at ofta er nógv spæl aftanfyri leiktjøldini í slíkum ætlanum.

Møguliga verður komið til eitt úrslit til jóla viðvíkjandi ætlanunum í Newcastle, men støða verður tikin um ætlanirnar í Kastrup í hesum tímum og í Kirkjubø bíðar Tróndur spentur við telefonina.