Nýggjar spillivatns-, regnvatns- og drekkivatnsleiðingar eru lagdar í Tróndargøtu frá Dr. Jacobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu. Hetta arbeiðið er liðugt, men mann er nú komin fram á ein trupulleika.
Tá ið vegurin skuldi asfalterast, vísti tað seg, at undirlagið undir gamla vegnum ikki er nóg gott at leggja asfalt á. Tann gamli vegurin hevur ligið omaná mold og øðrum bleytum tilfari. Eisini er staðfest, at nógv vatn er undir fylluni. Avleiðingin av hesum hevði verið, at vegurin hevði sjúnkað sum fráleið.
Tí verður alt tað bleyta tilfarið undir gamla vegnum, sum enn ikki er dagførdur, grivið upp, og sligið grót verður fylt í aftur, áðrenn asfalterað verður.
- Hetta fer tíverri at tarna arbeiðinum og leingja arbeiðið til umleið fyrst í juni 2019, skrivar Tórshavnar kommuna, sum heitir á borgarar og onnur um at hava tol í sambandi við arbeiðið í gøtuni.