GÍ SPÆLARIN
Tað stendur einki til í Gøtu. Eftir tvey tey fyrstu umførini eru teir einsamallir á aftasta plássinum. GÍ hevur einki stig. Undan kappingarbyrjan hevði tað kanska ikki verið mett at vera av leið at rokna við, at teir fóru at hava fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini.
- Nei, tað hevur ikki verið nóg gott. Í fjør hilnaðist tað illa. Vit hava roknað við og væntað, at tað fór at ganga væl betri í ár, og tað gera vit framvegis. Men higartil hava vit tapt tvær ferðir.
Tað sigur Áslakur R. Petersen, sum er fuglfirðingur og býr í Fuglafirði. Í fleiri ár hevur hann verið á GÍ liðnum.
Hví er úrtøkan so lítil?
- Tað er tí, at tað hesa ferð fóru ov nógv mál ígjøgnum hjá okkum. At fáa trý mál á útivølli átti at havt verið nóg mikið til at fáa stig burturúr, men tað var tað ikki hesa ferð. Eg haldi, at avgerandi løtan var, tá ið teir fingu triðja málið. Vit høvdu akkurát javnað til 2-2, og vit trúðu upp á tað. So kom frammlegging við kós ímóti okkara máli. Hans Pauli var óheppin, tá ið hann royndi at stýra bóltinum við høvdinum. Hann bara snittaði bóltin, og so varð Magni á Lakjuni púra leysur.
Beiggi tín hjálpti tær?
- Ja, Eyðovur skoraði sjálvmál, og í útvarpinum søgdu teir, at tað var eg, sum hevði gjørt málið! Eg hugsaði ikki so nógv um tað, men nú tú spyrt, so haldi eg, at Eyðolvur spældi væl. Hann hekk í hvussu so er væl uppi í Popczynski.
Kundi tú ikki hugsað tær at verið partur av ÍF og harvið verið á toppinum í staðin fyri í botninum?
- Eg havi í fleiri ár verið í Gøtu. Har dámar mær væl, og vit rokna allir við, at stigini fara at koma, og at botnplássið harvið fer at verða skift út. Avrikið hesa ferð var betri enn ímóti EB/Streymi. Nú eiga vit heimavøll ímóti KÍ. Tað verður torført, men vit hava avgjørt møguleikan, heldur GÍ spælarin Áslakur R. Petersen.