Norðoyarstevnu Festivalurin ? NS Festivalurn ? boðar frá, at Trøllapætur og Omman vitja á festivalinum. Haraftrat spæla Eyðun og Neil á festivalinum.
Fyrireikarar siga, at tey hava lagt seg eftir at hava okkurt til øll ? eisini børnini, og tí verða Trøllapætur og Omman partur av skránni. Haraftrat diskar DJ X til barnadiskotek.
Umframt hetta, so trína eitt nú MC Hár, Jens Marni Hansen og Grandma?s Basement á pall til NS Festivalin.
Festivalurin byrjar hósdagin 2. Juni.










