Nevndin í Mentanargrunni Landins hevur nú tikið støðu til, hvør skal fáa listafólkalønir í ár.
Í ár verða tríggjar listafólkalønir lætnar, og tey, sum fáa tær, eru Brandur Patursson fyri myndlist, Búi E. Dam fyri leiklist og Katrini Ottarsdóttir fyri bókmentir.
Nevndin sigur, at Brandur Patursson arbeiðir við skulpturum úr glasi og metalli, installatiónum, ljós- og videolist og listin hjá honum eru slóðbrótandi, ikki bert í Føroyum men eisini í altjóða høpi, sigur nevndan.
– Verkætlanirnar hjá Búa Egason Dam eru fjølbroyttur, men tær eru ítøkiligar og grundaðar á dygdargóða leiklist, sum er viðkomandi fyri føroyska áskoðaran eins væl og leikararnar.
– Katrin Ottarsdóttir hevur drúgvar royndir sum yrkislistafólk, og hevur verið undangongufólk í føroyskari filmslist. Seinastu uml. 15 árini hevur hon lagt úr hondini fleiri verk, sum hava vakt ans og gjørt mun í føroyska samfelagnum. Hennara yrkingasøvn og stuttsøgusøvnini Aftanáðrenn, og 43 bagatellir, hava verið nógv lisin og eru skrivaði á einum løttum og fangandi føroyskum máli, sigur nevndin.
Endamálið við listalønunum er at bøta um korini hjá listafólkum, og lønirnar verða lætnar listafólkum, sum arbeiða við verkætlanum, sum nevndin metir, hava listalig ella faklig dygdareyðkenni. Faknevndir hava mett um umsóknirnar og mælt til, hvør skal fáa listalønirnar, og teimum tilmælunum hevur nevndin fyri Mentanargrunnin fylgt.