Stjóratjørn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Tað er sera hugaligt at hoyra, hvussu positivir føroyingar eru og hvussu stóran áhuga henda byggiætlan hevur millum fólk sigur ein vælnøgdur Jákup á Dul Jacobsen, sum fór aftur til Íslands fríggjamorgunin eftir at hava lagt fram fyri almenningin størstu byggiætlan í Føroya søgu.
Jákup sigur, at telefonin hevur gingið heit síðani stóru løtuna, tá Stóratjørn byggiætlanin varð avdúkað á Hotel Føroyum hósmorgunin.
-Fólk spyrja um alt møguligt, um rennibreytir, íbúðir til brekað, shuttlebuss til hotellið osfr. Eg havi eini 10 SMS, sum eg skal svara, nú eg fari á flogvøllin.