Tráin: Mær dámar ikki partar av uppskotinum

Tað er óvíst, um meiriluti er í býráðnum fyri at hækka lønina hjá borgarstjóranum

Tráin Peturssón Nónklett, valevni hjá Unga Tjóðveldi, tekur fyri fyrstu ferð sæti í býráðnum í á býráðsfundinum í kvøld. Orsøkin er, at Gunvør Balle og Turið Horn báðar hava biðið um farloyvi.

 

Tað eru eisini bæði stórmál og stríðsmál á skránni í kvøld.

 

Fyrsta stóra avgerðin hjá Tráini Petursson Nónklett verður at atkvøða um, hvørt borgarstjórin skal fáa eina munandi lønarhækkan, okkurt um 12.000 krónur um mánaðin. Umsitingin hjá kommununi heldur, at vit eiga at fara aftur til leistin sum var galdandi fyrr, at borgarstjórin er á einum lønarstigi millum løgmann og landsstýrisfólk. Harumframt ætlar umsitingin at broyta eftirlønarviðurskiftini hjá borgarstjóranum, so teir ikki longur fáa tænastumannapensjón, men í staðin fáa 15% í eftirlønargjaldið.

 

Tráin Peturssón Nónklett vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið og vísir bara til fundin í kvøld.

- Tó kann eg siga somikið sum, at tað eru partar av uppskotinum, sum mær dámar væl, meðan aðrar partar dámar mær ikki. Tit fáa at síggja í kvøld, hvat úrslitið verður, sigur hann við Miðlahúsið.

 

Les eisini Ætla sær risa lønarhækkan

 

Eitt annað stríðsmál verður eisini viðgjørt í kvøld. Tað er málið um ovastu hædd í býarbókasavninum. Býarbókasavnið ætlaði at nýta tað til barna- og ungdómsdeild, men nú vil umsitingin hava tað til stjóraskrivstovu.

 

Heldur ikki her er víst, at Tráin Petursson Nónklett fer at fylgja býráðssamgonguni og taka undir við tilmælinum.

- Hetta er enn eitt dømi um, at býráðið nýtir lappaloysnir. Man roynir at spara nakrar túsund krónur her og har, uttan at hyggja at heildarmyndini, sigur hann.

 

Les eisini Neyðarróp frá Býarbókasavninum 

 

 

Í dag er eisini komið fram, at íbúgvarnir í Finsen eru ónøgd um, at kommunan nú ætlar at brúka lestrarkaféina á niðastu hædd í Finsen sum skúlastovur hjá Skúlanum á Fløtum. Les meiri um tað málið her.