Trúgvur skóti fyllir runt

1. desember fyllir Tryggvi Sondum 80 ár

Miðskeiðis í sjeytiárunum varnaðust vit í Skótaliði Sigmund Brestissonar, at eitt nýtt andlit gjørdist partur av gerandismyndini í skótahúsinum. Hesin tilkomni maðurin, sum væl og virðiliga kundi verið pápi flestu okkara, var fyrikomandi og skemtiligur og gav sær altíð stundir til at veita eina hjálpandi hond. Ikki vardi tað leingi, so hugsaði tú ikki um aldursmunin, maðurin fall natúrliga inn í felagslívið hjá okkum ungu. Tryggvi dugdi eitt, sum ikki øll tilkomin duga, nevniliga at lurta eftir ungdóminum og sýna honum virðing – tú fekst kensluna av at verða tikin fyri fult. Og vit hildu tað vera spennandi, at hann visti so nógv – og ikki minst um skótalivið. Hann hevði verið skóti í tríati og fýrati árunum, tá ið skótalívið í Føroyum kanska var upp á sítt besta. Og tú merkti, at hetta var nakað, sum Tryggvi var errin av. Fyri SSB var tað ein fongur, at Tryggvi tók upp aftur skótalívið, hann var ein savnandi persónur, sum øll gjørdust góð við. Og gestablíður var hann eisini, tað var mangan, at vit ungu sótu væl heima hjá honum úti á Heygnum Mikla.


Nú Tryggvi var vorðin skóti aftur, var hann við í øllum. Umframt at vera við til at fyrireika forðarenningar og onnur slík tiltøk, var hann eisini við í fleiri uttanlandsferðum. Hann var á legu í Íslandi, í Suðurslesvíg og ikki minst í sonevnda Vulcan Projektinum, sum var ein krevjandi hikeferð yvir fleiri dagar í íslendsku náttúruni. Í 1980 var hann við, tá ið Gillwellroyndin fyri fyrstu ferð varð hildin í Føroyum. Gillwellroyndin er hægsta skótaútbúgvingin og at henda enn hevur nógv at týða fyri Tryggva, fært tú prógv um, um tú sært hann til okkurt hátíðarhald, sum hevur okkurt við skótar at gera. Tá er hann í Gillwellturriklæðnum.


Tryggvi er tiltikin gongumaður og hann vísti okkum leiðir at ganga, ið vit ikki vistu um frammanundan, og leiðir, sum vit ikki hildu vóru gangandi. Ferðirnar í Líðhomrum, vestantil á Fjallinum millum Botna, niðan Steffansgjógv á Núgvuna, úr Saksunardali niðan við Heljardalsá, um Skúvaflatir og Gásavatn niðan á Torvskorðarhorn. Og ikki at gloyma mongu ferðirnar upp á Skælingsfjall – í øllum veðri. Hugnaligar vóru eisini løturnar í Dysjunum, tá Tryggvi bjóðaði glóðheita bláberjasuppu og sukurlátu. Og altíð hevði hann rosinur við, um onkur skuldi fingið maktarloysi. Var onkustaðni ótrygt at ganga, gekk Tryggvi undir, um onkur skuldi farið á glið. Gleið hann sjálvur, gjørdi hann bara eitt frensalop og stóð stinnur aftur, sum um, at einki var á vási.

Seinnu árini hava vit mangan verið frálíkar túrar í fjøllunum saman við Tryggva. Við Kongavarðar á Kirkubøreyni, í Dølum í Vestmanna, Fransatoftirnar uppiyvir Villingardali og nógv onnur støð. Tryggvi er framvegis fullur av søgum um støðini, sum vit vitja, um fólkini, sum búleikaðust her og um hendingarnar, sum knýta alt saman. Tá ið vit sjálvi fingu børn, komu tey við út at ganga, og eisini tey gjørdust hugtikin øllum tí, sum Tryggvi hevði at siga frá – søgur, sum gjørdu túrarnar minnisríkar. Børnini fullu skjótt í prát við Tryggva og undraðust saman við honum yvir, hvussu djúp mýridýki eru ella hvar teir freku sjórænararnir komu frá.

Tryggvi hevur altíð havt stóra virðing og alsk fyri náttúruni. Eftir gongutúr langafríggjadag í ár, var hann komin at hugsa um, at vit høvdu ikki tikið nóg væl upp eftir okkum, tá ið vit høvdu sitið og etið einastaðni uppi á Kirkjubøreyni. Og her var einki at gera, tað mátti farast aftur í hagan at taka tað upp, sum lá eftir.

Hjá einum manni, sum Tryggva, eru 80 ár eingin aldur, enn gongur hann tey flestu væl og virðiliga av – og vit gleða okkum til komandi løtur í haganum saman við honum.

Góði Tryggvi, við hesum vilja vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum!
------------------
Við skótaheilsan, birkibeinar og rovarar í seinnu helvt av sjeytiárunum.