Trúgvi upp á oljufund í Grønlandi

Og tað hevði verið huga­ligt, um olja og gass vórðu funn­in í Grøn­­landi og Før­oy­um um somu tíð – hvat eg held­ur ikki vil úti­loka – sig­ur Hans Christ­i­an Ol­sen, stjóri í al­menna grøn­­lendska olju­fel­ag­num NUNAOIL

Jan Müller

Tað er ikki ómøguligt, at løn­andi olju­­fund verða gjørd í Grøn­­landi kom­andi árini, hóast tað vórðu boraðir mill­um 30 og 35 brunn­ar bæði í Norð­­sjón­­um og í New Found­landi, áðrenn lønandi fund vórðu gjørd. Hetta held­ur stjór­in í almenna grøn­lendska oljufelagnum, Nun­a­oil, Hans Christian Olsen.

– Vit mugu sjálvandi vera tol­­in, nú bert fáir brunnar eru bor­að­ir hig­ar­til, men eg vóni og eg trúgvi uppá, at tað verða gjørd fund sigur hann og vísir á, at tað kundi verið spenn­andi og á­hug­a­vert, um olja og gass varð funnið í Grøn­landi og Før­oy­um um somu tíð.

Skotska oljufelagið Cairn En­ergy, sum boraði tríggjar brunn­ar í vesturgrønlandi í fjør og staðfesti bæði olju og gass, fer at bora tríggj­ar brunnar aftrat í summ­ar. Hoyrið meira um á­huga­verdu og spennandi olju­til­gong­d­ina í Grønlandi í morg­un­send­ing­ini á Rás2 mánadagin kl. 9.15, tá vit fara at senda alla sam­røðuna Jan Müller hevur við grønlendska oljustjóran. Í sam­røðuni verður eisini tosað um samstarvsmøguleikar á olju­øki­num millum Grønland og Før­oyar.