Næsta løgtingsval er tað týdningarmesta løgtingsvalið nakrantíð í Føroyum.
Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Bæði hann, og aðrir løgtingsmenn, sum alment viðurkenna seg sum trúgvandi, siga, at teir eru kløkkir av ólavsøkurøðini hjá løgmanni og at teir eru forfardir av politikkinum hjá samgonguni á tí, sum ofta verður kallað etiska økinum.
Bæði Jenis av Rana, Jógvan á Lakjuni og Bill Justinussen halda, at samgongan er í ferð við at gera enda á familjuni, soleiðis sum vit kenna hana.
Eitt, sum harmar Jenis av Rana, er, at samstundis sum løgmaður viðurkennur í ólavsøkurøðuni, at familjan er kjarnan í samfelagnum, loypur hann hann, »lætt og elegant« upp um tað, Jenis av Rana kallar týdningarmiklasta tíðarskeið barnsins og familjunar, nevniliga teir nýggju mánaðirnar kvinnan er við barn.
– Teir viðkvæmastu og mest krevjandi mánaðirnar viðgerð løgmaður als ikki, sigur Jenis av Rana, sum kallar fosturtøku ein stóran skammblett fyri føroyska samfelagið.
Hann sigur, at samgongan er í ferð við at niðurlagað tey kristnu virðini í føroyska samfelagnum. Eitt, hann hugsar um, at at hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at eisini samkynd kunnu giftast og at samkynd kunnu ættleiða.
Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri fólkaflokkin, er samdur og hann sigur, at samgongan er við at avtaka familjuhugtakið, sum vit kenna tað, har ein familja er maður, kvinna og børn.
Hann vísir á, at løgmaður erpar seg upp á, at Føroyar eru vorðnar eitt meiri nýtímans samfelag og tí trívast fólk og fólkatalið veksu. Hann ivast ikki í, at Løgmaður sipar til, at nú kunnu samkynd giftast. Samstundis kunnu tvey av sama kyni, ættleiða børn og nú skal eisini landskassin rinda fyri at stakar kvinnur fáa eftirgjørdan gitnað.
Og í øðrum londum kunnu fólk eisini sjálvi gera av, hvat kyn tey hava og Jógvan á Lakjuni ivast ikki í, at eisini tað er á veg til Føroyar.
– Hetta er ein politisk linja við tí endamáli at gera Føroyar til eitt kynsneutral samfelag og tað so álvarsamt, at eg má ávara ímóti tí, sigur Jógvan á Lakjuni, sum eisini sigur, at hann stúrir fyri børnunum.
– Hetta málið er so álvarsamt, at tað er nógv álvarsamari enn teir búskaparligu spurningarnir, vit viðgera, leggur hann afturat.
Eisini Bill Justinussen harmast um, at eftir hansara tykki hevur løgmaður upployst kjarnufamiljuna, tí nú kunnu tveir menn eisini vera ein kjarnufamilja.
– Samgongan er farin í stríð við skapanarverkið og við alt, sum er siðbundið og sterkt, og í samsvari við okkara kristnu siðalæru, tí nú er hugtakið kjarnufamilja, burtur.