John Johannessen
Full Gospel Business Men´s Fellowship International er ein heimsumfatandi felagskapur av vanligum leikfólki og handilsmonnum, ið av heilum hjarta trúgva á ta fullkomnu evangelisku kraftina. Felagsskapurin er umboðaur við umleið 2 milliónum limum í 154 londum, og er han ein tvørkirkjuligur felagsskapur, ið kann roknast sum ein tænastuarmur fyri samkomurnar.
Hesin felagskapur kemur til Føroya at halda møti 16. til 21. juni, og er ætlanin eisini at fáa sett á stovn eina føroyska deild av felagskapinum. Fólk frá Full Gospel Men´s Fellowship International koma úr Oslo mikudagin 16. juni, og fara tey at halda eina møtirøð á Hotel Hafnia fríggjadagin og leygardagin.
Í tiðindaskrivi verður sagt, at limirnir í felagsskapinum eru vanlig menniskju, ið ynskja at bera boð um, hvat Jesus hevur gjørt í lívi teirra. Somuleiðis ynskja tey eisini at knýta vinarbond yvir landamørk við handilsmonnum og handilskvinnum í øðrum londum.
Møtirøðin í Føroyum byrjar fríggjadagin á middegi og heldur áfram til leygarkvøldið. Á møtunum verður biðið fyri sjúkum og eisini fyri øðrum, ið hava tørv á hjálp. Tom Arild Fjeld, ið hevur sæð Guð gera undur kring allan heim fer at tala og ymiskir handilsmenn fara at vitna.
Sagt verður, at møtini eru opin fyri øllum, monnum og kvinnum í øllum yrkjum, kristnum og ikki kristnum, og um fólk ynskja at vita meira um hesi møti, eru tey vælkomin at venda sær til Hotel Hafnia.