Tríggjar tær bestu

Limp Bizkit hevur aftur givið út eina stak góða fløgu. Hendan nýggja fløgan eitur »Chocolate Starfish and the hot dog flavored water«. Eftir at hava spælt í fleiri ár, blivu teir kendur við síðstu fløguni, teir góvu út. Hon æt »Significant Other« og har var megahittið »Nookie« og »Break stuff« við. Tað besta lagið á hesi nýggju fløguni er »Roll

 

TÓNLEIKUR

Jógvan Kruse


in? (Urban Assault Vehicle)«, haldi eg, ið hvussu er.

Júst nú hevur eisini Papa Roach givið út eina spildurnýggja fløgu, sum eitur »Infest«. Papa Roach er eitt nýtt orkestur, sum hevur klárað seg sera væl í ár. Í USA eru teir nummar fimm á almenna hitlistanum við sanginum »Last Resort«, sum er av hesi somu fløguni »Infest«.

Ein føroysk fløga telist eisini millum tríggjar tær bestu hjá mær beint nú. Tað er fløgan við Eyðuni og Terja »Eitt nummar... og seytjan onnur«, sum Trý?arin gav út. Og tað hava teir báðir gjørt aftur við hesari fløguni. Eitt fínt »Nummar«. Bestir eru sangirnir »Afrodite« hjá Eyðuni og »Eg flýggi til tónleikin« hjá Terja.