Tríggjar grannauppgerðir í Premier League

Í Liverpool bresta Liverpool og Everton saman á Anfield. Seinast liðini hittust á Anfield í Premier League vann Liverpool 1-0, hóast teir fingu Sotirios Kyrgiakos útvísan í fyrra hálvleiki. Dirk Kuyt skoraði einsamalla málið í dystin tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Til dystin í dag eru bæði liðini uttan týdningarmiklastu miðvallarnir. Liverpool er uttan Steven Gerrard, ið hevur leikbann, meðan Everton er uttan Tim Cahill, ið er upptikin av landsliðsfótbólti. Hetta er fyrsti dysturin hjá nýggja Liverpool venjarinum, Kenny Dalglish, á heimavølli á hesum sinni.

 

Í norðuronglandi hevur Sunderland nógv at hevna. Seinast liðini hittust var fyrr í hesum kappingarárinum og tá vann Newcastle heili 5-1 á St. James? Park. Millum annað skoraði Kevin Nolan hattrick fyri liðið hjá Jóan Símuni Edmundsson. Jóan Símun segði í samrøðu við Sosialin, at tað var eitt heilt serstakt upplivilsi at vera á St. James? Park til tann dystin.

 

Síðan tann dystin er nógv broytt. Chris Hughton er útskiftur við Alan Pardew sum venjari hjá Newcastle. Gongdin hevur verið heldur misjøvn hjá Newcastle, meðan Sunderland liggur nummar seks, bara fimm stig frá Champions League fótbólti.

 

Í Birmingham er grannauppgerð millum Birmingham og Aston Villa. Fyri einum ári síðan lovaði leiðslan í Birmingham at keypa spælarar fyri 400 milliónir krónur, men tann útmeldingin gjørdi at allir leikarar blívu væl dýrari so skjótt Birmingham bankaði uppá. Fyri Aston Villa hevur hetta kappingarárið verið nærmast ein vanlukka síðani Martin O?Neill valdi at takka fyri seg stutt fyri kappingarbyrjan. Liðið liggur nummar 19 og skal tí hava stig í dag.

 

Fjórði og seinasti dysturin er millum Tottenham á fimta plássi og Manchester United á øðrum plássi. Vinnur Manchester United eru teir aftur oddalið í Premier League, meðan Tottenham kann yvirhála Chelsea á fjórða plássinum, um teir vinna. Sambært SkySports hevur Sir Alex Ferguson bara tapt tríggjar dystir móti Tottenham síðani hann tók sum venjari hjá Manchester United. Tað eru tíggju ár síðani Tottenham seinast vann á Manchester United.

 

Premier League í dag:

 

Birmingham ? Aston Villa (Kl. 12:00)

Sunderland ? Newcastle (Kl. 12:00)

Liverpool ? Everton (Kl. 14.00)

Tottenham ? Manchester United (Kl.16.00)