Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll skipini fiska upsa, og tey hava brúkiligan fiskiskap. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar í løtuni eru til fiskiskap. Tveir fiska kongafisk, og ein fiskar stinglaks og blálongu.
- Væntandi koma tveir av djúpvatnstrolarunum inn at landa síðst í næstu viku.
Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men teir hava smáligan fiskiskap. Trolbátarnir landa helst miðskeiðis í næstu viku.
- Trý garnaskip eru eisini til fiskiskap eftir svartkalva, men eisini hesi skipini hava smáligan fiskiskap. Øll garnaskipini koma inn at landa síðst í næstu viku, verður lagt aftrat.