Tríggir smádreingir brunnu inni

Ein vanlukku var í Havn í gjárkvøldið, tá ið tríggir smádreingir brunnu inni í einum eldsbruna

Tað var um níggjutíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Ravnsoyargøtu úti í Svanga í Havn, og at nakrir smádreingir vóru inni í húsinum. Bæði sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar vóru skjót á staðnum, men tá var eldurin og roykurin so mikið stórur, at einki var at gera.
 
Nógv kreppuhjálp
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at enn er ikki greitt, hví eldurin kyknaði, men serfrøðingar koma úr Danmark í dag at kanna eldsbrunan.
- Vit vita ikki, hví eldurin kyknaði, men ábendingar eru um, at eldurin er kyknaður í køkinum. Hetta er tó nakað, sum donsku serfrøðingarnir allarhelst kunnu staðfesta ella avsanna, tá ið teir hava kannað málið, sigur Jón Klein Olsen. Løgreglan hevur byrgt av húsini, sum eldur var í, soleiðis at ongar slóðir, ið kunnu vísa staðfesta orsøkina til eldsbrunan, verða oyðilagdar.
Varapolitiinspektørurin greiðir eisini frá, at tað eru ómetaliga nógv fólk, sum eru rakt av eldinum, og hann heldur, at í einum slíkum føri syrgir alt landið.
- Hetta er ein øgilig vanlukka, og nógv kreppuhjálp er veitt í gjárkvøldið og í alla nátt til bæði avvarðandi, grannar og bjargingarfólk. Somuleiðis hava vit havt samband við skúla og dagstovn hjá dreingjunum, soleiðis at til dømis lærararnir hjá teimum báðum eldru dreingjunum, ið vóru floksfelagar, á best møguligan hátt vóru fyrireikaðir til at taka ímóti børnunum í morgun og greiða frá, hví tveir stólar vóru tómir. Eisini eru foreldrini í dagstovninum hjá yngsta dreinginum kunnaði um vanlukkuna, greiðir Jón Klein Olsen at enda frá.