Tríggir nýggir skúlaleiðarar settir

Fríggjadagin setti Landsstýrismaðurin í skúlamlum tríggjar nýggjar skúlaleiðarar

Fríggjadagin setti landsstýrismaðurin í skúlamálin, Jógvan á Lakjuni, leiðarar fyri tríggjar skúlar.

Samstundis kann staðfestast, at tað loksins eydnaðist at fáa nýggja leiðslu á Venjingarskúlan.

Tað hendir, nú landsstýrismaðurin hevur sett Petur Ove Petersen í starv sum skúlasatjóra á Venjingarskúlanum.

Petur Ove tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1984. Hann hevur drúgvar royndir innan undirvísing fólkaskúlans. Harumframt hevur hann starvast sum ráðgevi á Landsmiðstøðini í mong ár og gjørt undirvísingartilfar í lærugreinunum søgu/samtíð og náttúru og tøkni. Petur Ove hevur leiðsluroyndir sum settur leiðari á Landsmiðstøðini í meir enn tvey ár og sum settur varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla skúlaárið 2004/05. Petur Ove starvast í dag í samskipaðum starvi sum lærari í Sankta Frans Skúla og sum námsligur ráðgevi á Landsmiðstøðini.

Samstundis er Andrass Henriksen, lærari settur sum starv sum skúlastjóri í Sørvági.

Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975. Hann hevur drúgvar royndir innan undirvísing fólkaskúlans. Harumframt hevur hann skúlaárini 1986/87 og 1995/96 starvast sum settur varaskúlastjóri. Andrass var næstformaður í Sørvágs bygdarráð í tíðarskeiðnum 1984-88. Hann hevur undirvíst í bókhaldi og roknskapi í deildini hjá Føroya Handilsskúla í Sørvági, og hevur nomið sær eftirútbúgving innan alis/evnafrøði skúlaárið 2004/05 og styttri skeið í m.a námsfrøði, støddfrøði, alis/evnafrøði, um atferðartruplar næmingar og viðvíkjandi 10. flokki.

Og at enda er Jóanes Johannesen settur í starv sum einalærari í Húsavík og Dali.

Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975. Hann hevur drúgvar royndir innan leiðslu og undirvísing fólkaskúlans. Hann hevur starvast í Sandoyar Meginskúla síðani 1. august 1975. Fyrstu árini sum lærari og frá 1. aug. 1978 sum varaskúlastjóri. Harumframt hevur hann skúlaárini 1985/86, 1991/92 og 2005/06 starvast sum settur skúlastjóri. Jóanes hevur tikið eftirútbúgving í persónligari leiðslumenning og í alis/evnafrøði umframt fleiri styttri skeið í m.a støddfrøði, kunningartøkni, alis/evnafrøði, tónleiki og námsfrøði.