Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB hevur vitjan av AB.
HB er topplið við 43 stigum, og AB, sum framvegis ikki hevur vunnið, er næstaftast við sjey stigum.
Hjá HB eru tríggir nýggir menn á beinkinum, tá ið sammett verður við nógvu tær undarfarnu ferðirnar. Talan er tó um gamlar kenningar. Miðverjin Delphin Tshiembe, miðvallarin Tróndur Jensen og stórskjúttin Adrian Justinussen eru komnir seg heilt eftir langan skaðasteðg.
Tá ið AB spældi 1-1 á heimavølli ímóti Skála, skoraði Adeshina Lawal, sum varð skiftur inn tíggju minuttir eftir steðgin, AB málið. Hann er ikki á listanum í kvøld. Sammett við ímóti Skála hevur AB tríggjar broytingar millum teir fyrtu ellivu. Nýggir eru Tóki á Lofti, Bjarni Skála og Ári Arge. Teir avloysa Eli S. Christiansson, Janus Svabo Samuelsen og Leivur Fossdal Guttesen, sum allir eru á beinkinum.
Tá ið AB 24. mai hevði vitjan av HB, fóru gestirnir avstað við 5-0 sigri.
HB – AB kl. 18.00
Dómari: Aron Sofus Vest
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Heðin Hansen, René S. Joensen – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl
Á beinkinum: Jákup Højgaard, Delphin Tshiembe, Asdrian Justinussen, Tróndur Jensen, Ási Dam, Kevin Schindler, Øssur Dalbúð
Venjari: Jens Berthel Askou
AB: Bjarti Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson, Sørin Samuelsen, Gert Drangastein, Sørin Samuelsen, Ári Arge, Ásbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti, Bjarni Skála, Jákup Pauli Breckmann, Bjarki C. Nielsen – Bartal S. Petersen
Á beinkinum: Silas Eyðsteinsson, Eli S. Christiansson, Ragnar Rasmussen, Janus Svabo Samuelsen, Leivur Fossdal Guttesen, Tróndur J. á Høvdanum, Gilli Róason
Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen











