Í morgun vóru tríggir mans fluttir á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluhapp.
Ein bilur við trimum monnum í var á veg norðureftir, tá ið hann onkusvegna endaði í vinstru koyribreyt og rendi í ein garð.
Løgreglan sigur, at í fyrstu atløgu vóru ábendingar um, at onkur av monnunum í bilinum høvdu fingið álvarsligan skaða og teir vórðu allir tríggir fluttir á Landssjúkrahúsið.
Men tíbetir vísti tað seg, at teir høvdu bara fingið smásnuddir, tó hevði tann eini brotið nøsina.
Løgreglan veit ikki, hví bilurin endaði í vinstru koyribreyt, men hann fekk so mikið stóran skaða, at hann varð varð vrak.