Tað verða býtt leikbann út til bæði B36 og HB fyri klandurstøðurnar í finaluni um Løgmanssteypið leygarkvøldið. Tað er greitt, nú kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya er komin til eina niðurstøðu í málinum, sum hon valdi at taka upp til nærri viðgerð eftir at hava gjøgnumgingið dómarafrágreiðingina.
Talan var sum heild um eina hitaða grannauppgerð, og stutt áðrenn vanliga leiktíðin var farin íkom ein stór klandurstøða, har áfast bleiv ímillum fólk úr báðum legum – bæði leikarar, liðleiðarar og venjarar. Endin varð, at tað spurdist bæði reytt kort og tvær burturvísingar burturúr. Hesa hendingina fáa feløgini nú revsing fyri.
Benjamin Heinesen hjá B36 fekk reyða kortið, og hann fær leikbann í tveir dystir. Harafturat fær hjálparvenjarin hjá B36, Fróði Clementsen, ein dag leikbann, og tað sama fær liðleiðarin hjá HB, Heðin Weihe. Hetta vóru júst teir tríggir menninir, sum dómarin, Kári J. á Høvdanum, upprunaliga útvísti.
Fyrr í dystinum fekk Robert Heðin Brockie hjá B36 eisini reyða kortið. Hetta var tó ikki í samband við klandurstøðu, og sum in.fo skilir, so fær hann ein dyst leikbann.
B36 og HB spæla aftur í landskappingini leygardagin. B36 fer á vitjan hjá NSÍ í Runavík, meðan HB heima í Gundadali fær vitjan av AB.