Manshondbóltur
Tríggir dystir eru á skránni í manshondbólti hetta vikuskiftið, og allir verða teir leiktir leygardagin.
Í høllini á Hálsi í Havn tekur Neistin móti H71, og mett eftir úrslitunum higartil er einki at ivast í, at Neistin eru favorittar til dystin. Gaman í hava hoyvingar enn bert tapt ein dyst, men á pappírinum hevur mótstøðan verið væl veikari, enn hon hevur verið hjá Neistanum. Hinvegin, so hevur spælið hjá Neistanum ikki verið líka sannførandi hvørja ferð, og tað kundi meira enn so hent seg, at H71-venjarin, sum er gamal Neista-maður, hevur onkran trumf í arminum, nú hann skal royna seg móti Neistanum.
Útlendskur styrkur
Tað tykist Kári Durhuus eisni at hava, tá hann í Hoyvíkshøllini skal royna seg við KÍF ímóti Kyndli. Kyndil tykist annars at hava fingið veruliga ferð á nú í seinastuni, men beint undan vikuskiftinum fingu kollfirðingarnir leingi saknaða styrkin úr útlandinum, og so er spurningurin, hvussu nýggju leikararnir fara at roynast í dysti.
Seinasti dysturin verður í Vestmanna, har VÍF tykist mest greiði favoritturin av øllum, tá Tjaldur kemur á vitjan. Vestmenningar máttu kanska lúta fyri StÍF sunnudagin, men skal metast eftir avrikinum hjá Tjaldri móti Kyndli hósdagin, so er lítið at ivast í, at VÍF er stórfavorittur til tann dystin.










