Tríggir fingu snuddir í bardaga

Sunnunáttina komu tríggir ungir mans til skaða í Niels Finsensgøtu í Havn

Ein varð sparkaður, annar varð stútaður og ein triði smekkaði skallan í ein bilrút. Løgreglan í Havn heldur, at talan hevur verið um ein og sama bardaga, og at teir tríggir ungir menninir vóru í lag.

Løgreglan sigur seg ikki vita, hvussu nógv fólk hava verið blandað upp í rokið, men tey hava fingið upplýsingar um ein av monnunum, sum gjørdi seg inn á hesar tríggjar unglingarnar, sum vóru komnir av bygd til Havnar í vikuskiftinum.