Tríggir føroyingar til Fremad

Johan Ellingsgaard fer kortini ikki til Danmarkar, men tað fara Hans Jørgensen, Páll Klettskarð og Erling Jacobsen

Fótbóltur

 

Fýra ungir føroyingar fingu boðið sáttmála við Fremad Amager í vár kom á føroyskar hendur.

Nú er tó greitt, at ein teirra, Johan Ellingsgaard úr B36, ikki fer til felagið, so sum ætlanin annars var.

Hinvegin fara Hans Jørgensen úr Skála, Páll Klettskarð úr KÍ og Erling Jacobsen úr GÍ allir til felagið.

4. august fer Fremad Amager undir kappingina í donsku 2. deild, eystur, og er málið alt fyri eitt at vinna sær sessin aftur í næst bestu donsku deildini.