Tríggir borgarstjórar í Havn?

Eftir síðsta býráðsval var eitt rættiligt uppstandilsi í sam­gong­uni í Tórshavnar Býráð, tí nú skuldi kommunan brád­li­ga hava einar tríggjar borg­ar­stjórar.

Við Heðin Mortensen gjørd­ist Javnaðarflokkurin so sterk­ur sum ongantíð fyrr – so sterkur, sum bara Poul Mich­el­sen og Petur í Gong fyrr hava klárað.

Hetta var helst ov nógv fyri Tjóðveldi. Nýggja stjørn­u­skot­ið ­hjá Tjóðveldinum, sum nú er vorðið til stjørnuskot hjá Fólk­a­flokkinum, skuldi við sín­um 489 atkvøðunum sita væl undir liðini hjá Heð­in Mortensen í flógvum sessi saman við Marin Katr­inu Frýdal, sum nú er fyrsta­kvinna í Tjóðveldinum, eftir at stjørn­u­skotið fór at fríggja við Fólka­flokkinum.

Men alt tos um hesar borg­ar­stjór­ar ella ráðmenn hvarv sum døgg fyri sól. Í lands­stýrinum tímdu tey ikki at fáast við hetta kom­e­d­i­u­spæl.

Men á valinum komandi fáa vit at síggja, hvør sterk­ast­ur verður. Telvingin um borg­ar­stjóran í Havn er skit­in – øll triks verða nýtt, so har kann alt henda – um Tjóð­veldi og Javnaðarflokkur ikki tora ella ikki megna at boða frá, at teir halda saman næsta valskeið eins og tey tvey und­an­farnu.
Kanska Tórshavnar býráð kann vísa løg­ting­i­num, hvussu blokk­politikkur virk­ar í verki...?