KF Trepca 89 úr Mitrovica í Kosovo, sum Víkingur í kvøld spælir ímóti á útivølli í Champions League, er triðja felagið í býnum við mestsum sama navnið.
Hini bæði liðini eita ávikavist FK Trepca og KF Trepca, ið bæði nýta somu søgu og somu leikbúnar, men sum spæla kapping í hvør sínum landið. FK Trepca spælir í serbiskum fótbólti, meðan KF Trepca spælir í bestu deildini í Kosovo, har teir eru arvafíggindar við mótstøðuliðið hjá Víkingi í kvøld, KF Trepca 89.
KF Trepca 89 var stovnað í 1989 av fyrrverandi leikarum hjá KF Trepca, og hevur altso sína heilt egnu søgu, umframt at tað ikki nýtir somu leikbúnar sum hini bæði liðini, ið verða kallaði fyri tvíburafeløg.
Dysturin hjá Víkingi í kvøld verður annars leiktur í býnum, Mitrovica, ið er fimt størsti býur í Kosovo.
Býurin Mitrovica er tvíbýttur. Ein á skilir býin sundur í suður og norður, har albanar búgva í sunnara partinum av býnum, meðan serbar búgva í norðara partinum av býnum. Í sunnara partinum av býnum, búgva heili 97% albanar og bert 0,02% serbar, meðan 95% serbar búgva í norðara partinum av býnum.
KF Trepca 89 og KF Trepca, ið eru úr sunnara partinum av býnum, spæla bæði í bestu deildini í Kosovo, meðan FK Trepca, ið kemur frá norðara partinum av býnum, spælir í serbiskum fótbólti.
Dysturin millum KF Trepca 89 og Víking verður leiktur í sunnara partinum av býnum, Mitrovica, ið ger dystin sermerktan fyri Víkinga leikaran, Filip Djordjevic, ið altso er serbi.
Les eisini: Víkingur spælir um tvær milliónir krónur
Les eisini: Trepca 89 er stórur favorittur
Dysturin byrjar klokkan 17:00.