Trý feløg fara at skipa fyri ólavsøkuróðrinum

Havnar Róðrarfelag, Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur eru vorðin samd um at skipa fyri ólavsøkuróðrinum í 2014.

Vanliga skipar Havnar Róðrarfelag einsamalt fyri róðrinum og fær eisini allar inntøkurnar.

Næsta ár fara allir partar at hava somu skyldur og somu ágóðar. Eitt samstarv fer at lyfta støðið lyfta støðið á kappróðrartiltakinum á Ólavsøku, stendur í fundarfrágreiðing millum feløgini.

Í Argja Róðrafelag væntað tey, at inntøkurnar fara at gera góðan mun.

-Tað verður lættari at reka felagið við einari inntøku afturat, sigur Høgni Jacobsen, nevndarlimur í Argja Róðrarfelag.

Myndin er frá heimasíðuni, eyga.fo