Leitiloyvi
- Í útbjóðingini høvdu vit lagt boð inn um fýra ymisk øki, so tá vit fingu trý av hesum, kunnu vit á ongan hátt klaga.
Optimismuni tóktist ikki bila nakað, tá vit um døgurðaleitið týsdagin fingu orðið á Niels Sørensen, sum er leiðari av føroysku deildini hjá Faroe Petroleum.
Í tíðindaskrivi frá ensku stjórnini varð sagt, at sambært metingunum, so goymir bretska undirgrundin framvegis millum 22 og 28 milliardir tunnur av olju, og tí er einki at siga til, at stórur áhugi var fyri teimum 152 leitloyvunum, sum vórðu latin.
Fyristøðufelag á 8 loyvum
Og tað er sum fyristøðufelag, at Faroe Petroleum nú hevur fingið fatur í nýggju loyvunum. Við hesum er samlaða talið av leitingarloyvum komið upp á 14, harav føroyingar eru fyristøðufelag - operatørar - í átta av loyvunum, og tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir við sær, heldur Niels Sørensen.
- Vit royna alla tíðina at leggja okkum eftir, at fólk við stórum serkunnleika verða knýtt at felagnum, og sum fyristøðufelag hava vit betri møguleikar til hetta. Tað sampakkar eisini við vakstrarstrategi'ina hjá okkum, og sum heild kunnu vit siga, at aktivitetirnir í felagnum gerast alsamt størri.
Men ger hetta ikki eisini, at tit verða munandi meira áhugaverdir sum samstarvsfelagar?
- Tað sigur seg sjálvt. Fleiri øki vit eru partur av, og størri servitan vit hava at bjóða. Lættari verður tað at fáa fatur á samstarvsfeløgum, sigur Niels.
Og soleiðis sum oljuprísirnir skikka sær í løtuni, er helst heldur eingin ivi um, at tað er vorðið alt meira áhugavert at samstarva við oljufeløg. Men hóast eksplosivu kurshækkingarnar seinastu vikuna, vil Niels tó ikki staðfesta, hvørt felagið nú setir eyka ferð á sínar ætlanir.










