Trý fólk tikin í Noregi fyri yvirgangsætlanir

Stutt fyri klokkan átta í morgun tók norska trygdarløgreglan tríggjar menn, sum sambært myndugleikunum vóru í ferð við at fyrireika eina yvirgangsatsókn. Enn hava myndugleikarnir ikki sagt, hvat salag av yvirgangi menninir fyrireikaðu, men løgreglan hevur boðað frá tíðindafundi seinni.

Ein talsmaður fyri trygdarløgregluna sigur, at fyribil koma ikki fleiri upplýsingar um teir tiknu ella ætlanir teirra.

Norska trygdarløgreglan, vanliga rópt PST, hevur fyrr sagt, at víðgongdir islamistar í øðrum londum fáa stuðul frá einstaklingum í Noregi.