VIDEO: ÍF og B36 trygt víðari í minnu steypakappingini

(Video) Síggj málini frá sigrunum hjá ÍF og B36

Skíggjamynd: FSF Varpið

FSF skrivar: 

 

Við tryggum sigrum á B68 og 07 Vestur, hava ÍF og B36 spælt seg í hálvfinalurnar í minnu steypakappingini hjá kvinnum

 


Mikukvøldið varð fyrsta umfar í minnu steypakappingini hjá kvinnum á skránni.

 

Í Fløtugerði í Fuglafirði tók ÍF ímóti B68. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 4-0 sigur til heimaliðið. Jenny Reinert Petersen, Erla Róin og Kristina Obradovic, sum skoraði tvey mál, sygrdu fyri sigrinum hjá fuglafjarðarkvinnum.

 

Í Gundadali hevði B36 vitjan av 07 Vestur, og har var tað eisini heimaliðið, ið var omaná. B36 vann 3-0 við málum frá Báru Magnussen, Gunnrið Poulsen og Sigrið Hansdóttir.

 

Í hálvfinalunum møtast ÍF og B36, og FC Suðuroy og FC Hoyvík. Hálvfinalurnar verða spældar 3., 13. og 14. septembur. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.

 

Niðanfyri síggjast tey sjey málini, ið vórðu skoraði í fyrsta umfari. Upptøkurnar eru frá FSF-Varpinum:

 

##med2##

 

Skíggjamynd: FSF Varpið