Sosialurin 27. august 1975:
Føroyavitjanin hjá Ingrid, drotning, og fylgi hennara endaði mánadagin, tá tey fóru avstað aftur við tveimum flogførum hjá danska milliterinum.
Ingrid, drotning, kom til Føroya fríggjadagin saman við m. ø. Jørgen Peder Hansen, kirkjumálaráðharra, og Ole Berthelsen, bispi í Keypmannahavnar stifti, í sambandi við vígsluna av nýggju Vesturkirkjuni í Havn sunnudagin.
Tørvur á einari kirkju aftrat
Vesturkirkjan var fullsett, tá hon varð vígd, og Eivind Vilhelm, varabispur, nevndi í prædiku síni, at tørvur var á einari kirkju í høvuðsstaðnum afturat, og at vit tí eru fegin um at hava fingið Vesturkirkjuna.
Á Føroya-ferðini vitjaði drotningafylgið í Havn, Nólsoy, Hoyvík Vestmanna, Kvívík, Vágum og á Hvítanesi.
Sosialurin 23. august 1975:
Farið varð undir arbeiðið at byggja Vesturkirkjuna í 1969, tá Fríðrikur kongur legði grundarsteinum. Hann gav samstundis eina peningagávu til byggingina.
Rættiliga tíðliga tóku trupulleikar seg upp undir byggingini av kirkjuni. Serliga gjørdi hetta seg galdandi, tá hon varð takt.
Nógvar burturluting og innsavningar hava verið gjørdar til frama fyri Vesturkirkjuna, og tær hava givið væl av sær.
Nýggja kirkjan hevur góð 600 sitipláss og kosta 7 milliónir krónur, nú hon er liðug:
Niðanfyri eru nakrar myndir úr blaðnum 27. august 1975:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##