Trý fólk lótu lív

Stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, váttar, at trý fólk lótu lív í vanlukkuni. Talan er um tvey av ferðafólkunum og ein av manningini


- Tað er við stórari sorg, at vit kunngera at flogfar okkara av slagnum hevur verið fyri tí vanlukku at koyra út av breytini á flogvøllinum í Stord, sigur stjórin í Atlantsflogi í tíðindaskrivi.
Vanlukkan hendi kl. 7.35 lokala tíð. Tíggju ferðafólk og trý sum mannaðu flogfarið, sluppu frá vanlukkuni við lívinum og eru á sjúkrahúsi.
Tey trý fólkini, sum vóru saknað eru nú funnin og hava latið lív. Talan er um tvey ferðafólk og eitt av manningini.
Norska løgreglan segði á tíðindafundi beint áðrenn deadline okkara, at nøvnini á teimum deyðu ikki fóru at  verða kunngjørd, fyrrenn øll avvarðandi vóru kunnað um støðuna.
Við flogfarinum vóru 12 ferðafólk, og manningin taldi 4. Av teim 12 ferðafólkunum vóru: 11 norðmenn og ein útlendingur.
Manningin taldi tríggjar føroyingar og ein dana.
Umboð fyri Atlantic Airways, Havaríkommisiónina og Statens Luftfartsvæsen eru á veg til vanlukkustaðið.
Norska kriminalløgreglan kannar í løtuni flogfarið, og tí er ikki gjørligt hjá tíðindatænastuni at nærkast vanlukkuøkinum.