Sum samfelagið hevur ment seg, síðan kommunurnar vórðu skipaðar á fyrsta sinni í 1872, hevur tíðarhóskandi lóggáva ikki fylgt við. Úrslitið er, at nógvar góðar skipanir avlagast, gerast stirvnar og ójavnar fyri borgararnar ymsa staðni í landinum, tí tær eru drignar upp í ein vavgreyt millum ymsar myndugleikar.
Javnaðarfloksins avgjørda støða er, at tíðin er komin til nýggja tíðarhóskandi kommunuskipan, sum styrkir fólkaræðið, og har avgerðarrætturin er so nær borgaranum, sum til ber.
Flokkurin leggur dent á, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvussu bygdin ella býurin skal skipast, enn tey, ið har búgva. Tí skulu tey mál, sum bert viðkoma bygdini/býnum avgerast í heimakommununi.
Men Javnaðarflokkurin ásannar eisini, at ávís mál verða betur røkt í hóskandi størri økiseindum.
Flokkurin heldur haraftrat fast við, at landsumsitingin framvegis skal umsita partar av skipanini.
Men greiður skilnaður skal vera ímillum uppgávurnar hjá hesum trimum eindunum í nýggju kommunuskipanini:
?Kommunan
?Økið
?Landið