Teir vóru komnir har frammanundan. Nógvir høvdu verið har í áravís. Teir dugdu málið og vóru staðkendir. Teir brutu eisini upp um armar og fóru til verka - meðan mong okkara enn hildu jól og ikki høvdu fingið stundir at fara undir hjálpar- og innsavningararbeiði
Eingin føroyskur trúboðari var á nøkrum vanlukkustaði, men Sørin Joensen, útsendur frá samkomuni Betel í Vági og Ebenezer í Havn, kom til Tailands fyrst í oktober, har hann virkar saman við trúboðarafelagsskapinum New Tribes Mission. Hann og hollendska kona hansara Corina hava verið í Føroyum í summar og í heyst. Tey eru langt frá vanlukkuøkinum, har tey skulu virka millum fjarskotnar ættarbólkar. Júst nú eru tey í ferð við at læra seg tailendska málið.
New Tribes Mission millum teir fyrstu at hjálpa til
Trúboðarafelagskapurin New Tribes Mission, sum nógvir føroyingar kenna, hevur fleiri trúboðarar í Tailandi. Fyrstøðumaður fyri henda felagskapin, sum hevur fleiri enn 3.000 trúboðarar kring knøttin, er klaksvíkingurin Óli á Grømma Jacobsen, sum býr í USA. Teir hava fleiri trúboðarar bæði í Indonesia og Tailandi.
Hjálpa læknum uttan landamørk
Í Indonesia er virkisøki hjá New Tribes Mission langt frá vanlukkuøkinum. Felagsskapinum "Læknar uttan landamørk" tørvaði onkran, ið kundi tosa indonesiskt raðið, sum hevði royndir at fáa brennievni til tyrlur og sum var álítandi. Teir bóðu Tim Whatley, trúboðara hjá New Tribes Mission um at hjálpa sær.
Tim hjálpir einum læknaliði og virkar sum tolkur fyri tyrluflogskiparan og fólk, sum gera brúk av tyrlutænastuni. Hann samskipar flogferðir og syrgir fyri brennievni. Eftir at hava flogið í eina viku sigur Tim, at hann var skelkaður og ørkymlaður av ræðuligu oyðingini, hann hevur sæð.
Hjálpa til í Tailandi
Í Tailandi hjálpa tveir trúboðarar hjá NTM til. Annar teirra er Dave Percy, ein trúboðari sum hevur royndir í fyrstuhjálp. Stjórnin í Tailandi sóknaðist eftir fólki, sum dugdi tailendska málið og onnur mál og sum høvdu royndir í medisinskum hjálpararbeiði. Dave fór fyrst á sjúkrahúsið í Phuket, men hjálpir nú einum læknaliði, ið virkar fram við strondini í Tailandi.
Frank Hildebrandt hjálpir kristnum í vanlukkuraktu økjunum í Tailandi og hjálpir teimum at skipa fyri at býtu út neyðhjálparútgerð í smábygdunum í vanlukkuøkinum.
Pam Davis dugir eisini tailendskt og hevur eina útbúgving í ráðgeving. Hon undirvísir og lærir tailendingar at geva landsmonnum sínum kreppuhjálp. "Eg eri so ómetaliga takksom fyri, at eg dugi tailendskt nóg væl, so eg kann undirvísa tailendingum í at geva kreppuhjálp," sigur hon. " Eg eri takksom fyri mína útbúgving sum ráðgevari, og at eg á henda hátt kann hjálpa til."
Brøðrasamkoman trúboðarar á vanlukkuøkjunum
Samkoman Betesda í Colombo, Sri Lanka, er virkin í neyðhjálpini. Áðrenn ein vika var farin, høvdu teir sent ein lastbil við neyðhjálparútgerð, sigur George Thomas vegna samkomuna. Brøðrasamkomur í Malaysia sendu við tað sama eina bingju við hjálparútgerð til Sri Lanka.
Brøðrasamkoman í India
Ron Phenny, bretskur trúboðari, koyrdi beinanvegin til vanlukkurakta økið í India at kanna umstøðurnar. Hann greiðir frá, at tað var ræðuligt at síggja standin í sjónvarpinum, men tað var mangan verri, tá ein kom á staðið. Har er nú so nógv hjálparfólk komið, at tey hindra hvør øðrum. Har tørvar samskiping. Matur stendur og rotnar úti á gøtuni, og fólk vaskaðu sær við mineralvatni úr fløskum.
Eitt eygnavitni greiddi frá, at fyrst kom stórur súður við eini aldu, so nógvur livandi fiskur lá og spraklaði á sandinum, tá tað súðaði út. Fólk vóru ikki greið yvir vandan og tustu oman á sandin at fáa sær nakrar dýrabærar fiskar. Tá kom fyrst ein og so ein annar brotasjógvur. Fólk skríggjaðu og runnu undan, men nú var ovseint! Túsundtals menniskju doyðu og yvir hundraðtúsund hava mist hús og heim og materielli skaðin er ómetaliga stórur..
Brøðrasamkomur í Phuket, Tailandi
Bretski trúboðarin Peter Ferry sigur, at fyrsta neyðhjálpararbeiðið hevur gingið væl. Har eru nógvir læknar og neyðhjálparfólk á ringast raktu økjunum, og nóg mikið er av neyðhjálparútgerð. Hóast fleiri trúgvandi eru í samkomunum her, so doyði eingin, Fleiri í samkomunum duga enskt, og hava hava hjálpt til sum tolkar. Nógvir menn í samkomuni eru útróðrarmenn. So at siga allir útróðrarbátarnir eru vrak ella mugu fáa stórar umvælingar. Materielli skaðin er stórur.
Malaysia
Bretski trúboðarin Eric Kirton sigur, at Malaysia varð spart, tí oyggin Sumtra lá fyri og vardi, men Aceh landsparturin er hart raktur. Eisini økini Penang og Lankawi.
Føroysku brøðrasamkomurnar skipa eisini fyri hjálp
Vegna samkomur av brøðrum í Føroyum átekur føroyski hjálparfelagsskapurin Kristniboðssambandið, stytt KBS, sær at taka ímóti peningi til neyðhjálp og fáa hann víðari. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Echoes of Service, sum er hjálparfelagskapur hjá bretskum brøðratrúboðarum. Hesin felagsskapur sendi góðar 700 túsund krónur beinanvegin, sum teir høvdu tøkar til slík endamál. Kristniboðssambandið hevur konto í peningastovnunum. Merk gávuna: Hjálpararbeiði Asia.
Øll í sama báti
Í slíkum viðurskiftum verður ikki gjørdur munur á trúgv - hvørki hvør skal fáa hjálpina ella hvørjum samarbeitt verður við undir neyðhjálpararbeiðinum. Sum eg skilji riggar tað í flestu førum, men havi eisini frætt, at onkustaðir eru víðgongdir muslimar, sum ikki brýggja seg um tað.