Trúboðaradóttur við tónleikaíblástri

Donsk songkvinna vitjar í Føroyum

Foreldur hennara vóru trúboðarar í Tanzania ein mansaldur - og framvegis er nakað av Afrika í likaminum hjá tí 33 ára gomlu sangaranum og tónleikaranum Lena Løbner Vegger, sum vitjar í Føroyum 3. til 5. mars í samband við eina tvørkirkjuliga lovsangsráðstevnu.

Endamálið við ráðstevnuni, sum verður hildin í Filadelfia í Havn, er at savna tær musikalsku kreftirnar úr teimum ymisku samkomunum í Føroyum í eitt stórt gospelkór, sum skal luttaka á stórfingnari stevnu í Ítróttarhøllini á Hálsi á hvítusunnu í ár.

Lena skal presentera eina røð av nýggjum sangum í føroyskum høpi, samstundis sum tað verður høvi til at endurfríska tað, sum hon kallar teir góðu gomlu vekingarsangirnar.

Lovsangsrástevnan er ein av fleiri tiltøkum, sum henda frammanundan krossferðina á hvítusunnu, sum verður fyriskipa av donska vekingarfelagsskapinum Evangelist í samstarv við 5 føroyskar samkomur.

Talan er um eina sokallaða ? krossferð ? 4 dagar við undirvísing av viðurkendum bíbliulærarum um dagin, og radikalum evangeliskum boðskapi við forbøn fyri sjúkum og útfríðan av illum andum um kvøldi.


Trúgvin á Gud

Lena Løbner Vegger er spent upp á krossferðina, men fyrst og fremst gleðir hon seg til at savna kreftirnar í tí stóra kórinum, sum skal luttaka. Sum hjálparar í hesum arbeiði hevur hon allierað seg við operasangaranum Stig Rasmussen og lovsangaranum Eyðun Jacobsen, sum nýliga er fluttur til Føroya og býr í Havn.

Lena er kend í fleiri høpum, mest í Danmark, men eisini í Onglandi og á tí afrikanska meginlandinum, og hon hevur gjøgnum 10 ár sungið seg inn í hjørtuni á mongum dana. Trúgvin á Gud og kærleikin til menniskju er drívmegin aftanfyri tónleik hennara. Endamál hennara er at skriva tónleik, sum kann røra við lív menniskjans.

?Hóast tað er langt síðani eg fór heim frá trúboðaramarkini, havi eg framvegis nakað av Afrika í kroppinum. Eg hugsi ikki bara um rútmurnar, men eisini um tann inniligheit, sum eyðkennir Gudstrúgvina hjá afrikanarum, sigur Lena.

Hon hevur útgivið tríggjar fløgur, og tann fjórða er á veg. Hendan verður ein live-innspæling við nýggjum donskum lovsangum, sum verður upptikið á eini gudstænastu í Keypmannahavn tann 1. apríl.


Byrjaði sum

11 ára gomul

Tónleika karriera hennara byrjaði í smáum í hvítusunnusamkomuni Betania í einum lítlum landsbýi. Báðir brøður hennara spældu guitar í sunnudagsskúlanum, og tá Lena var 11 ár, skrivaði hon sín fyrsta sang.

? Eg framførdi hann fyri beiggja mínum, sum vísti mær, hvussu eg kundi spæla sama sang, men við øðrum akkordum. Hann inspireraði meg, tað hevði við sær, at eg valdi at sita inni og spæla guitar heldur enn at fara út at spæla, minnist Lena.

Síðani kom glið á tónleikin. Lena varð leiðari fyri barnakórinum í samkomuni, tá hon var 12 ár og gjørdist seinni leiðari fyri ungdómskórinum í samkomuni, sum tá hevði 40 luttakarar. Tá hon var 14 ár framførdi hon fyrstu ferð solosang; hetta var á einum útifundi í Jútlandi. Síðani varð hon biðin um at luttaka við trimum sangum á eini bandútgávu, sum løgdu lunnar undir hennara egnu útgávur Som en blomst (1988), At være (1994) og Det der betyder noget (1999).


Nøkur ganga

til psykolog

Íblásturin til bæði gomul og nýggj løg heintar hon í gerandisdegnum og gjøgnum bøn. Nógvir av sangum hennara eru vorðnir til undir trongum korum, tað vil siga í truplum umstøðum, har hon hevur fingið Guds hjálp.

?Nøkur ganga til psykolog. Onnur yrkja. Eg skrivi sangir, greiðir Lena frá. Hon er mamma at tveimum børnum og dagrøktarmamma.

Tað er sum um alt gongur upp í eina hægri eind. Við Harrans hjálp hevur tað eydnast Lenu at samantvinna familjulív, arbeiði og tónleik.

Lena Løbner Vegger syngur gospel og vísusangir við afrikarútmum. Nú í mars mánaði kemur hon til Føroya fyri at savna eitt stórt kór.