Trúðarlívið er væl tryggjað í demokratinum men demkratiið hevur onki pláss í trúðarlívinum

 Verður hvalvíksprestur ákærdur og dømdur, eigur hetta at fáa somu avleiðingar fyri onkran politikara og onkran samkomuleiðara. Verður málið hinvegin avvíst, ella presturin verður fríkendur fyri ákæru, stendur løgtingsformaðurin eftir sum orðloysingur, tí hann segði, at tey samkyndu eru nóg væl vard í lógini, skrivar Dánjal Jákup Meinertsson. Hann heldur, at Føroyar tá standa eftir sum eitt land, har tað stendur øllum frítt at spilla minnilutabólkar í samfelagnum út

Fordómar og »homofobi« hava altíð havt ógvuliga fast tak á religiøsum felagsskapum. Katólska inkvisitiónin í miðøldini var kanska ræðuligasta dømi um hetta. Í nýggjari tíð eru tað serliga tey samkyndu, sum hava fingið »heksaleiklutin«. Í flestu samkomum hevur einhvør ábending um at innføra juridisk rættindi til samkynd sum minnilutabólkur í samfelagnum ført til eina øsing og útspilling so hatsk, at ein ógvast við, serliga havandi í huga at hesi fólk siga seg liva eftir Guds boði. Bæði politikarar og samkomuleiðarar hava ført reinar haturskampanjur móti samkyndum.
Kjakið hevur víst, at trúðarlívið í Føroyum er ómetaliga væl tryggjað í demokratinum, meðan demokratiið onki pláss hevur í trúðarlívinum.
Seinasta álopið á samkynd kom frá einum so ósannlíkum persóni sum einum presti í fólkakirkjuni. Her fáa samkynd skyldina fyri AIDS, tey verða samanborin við pedofil og harvið kriminaliserað og harafturat heldur presturin, at tey ikki eiga at sleppa at vera pædagogar og lærarar, tí tey kunnu vera vandamikil fyri børnini.
Fyri mær at síggja eru pástandirnir og ákærurnar hjá hesum presti so snævurskygdar, at tær mugu byggja á fordómar heldur enn vitan. Ein prestur er jú ein lærdur maður og hevur eina stóra vitan, umframt at hann veit, hvar hann kann fáa sær meira vitan. Men hesin velur at appellera til lægstu kensluna, sum finst í menniskjum, nevniliga ræðslan fyri tí ókenda og fremmanda.
Vit kunnu hyggja eftir pástandunum og ákærunum í greinini.

1.Tey samkyndu fáa skyldina fyri AIDS
1.1.Sambært granskaranum Dennis H. Osmond, PhD, við University of California San Francisco, er ikki nakað beinleiðis samband millum teir fyrstu skrásettu tilburðirnir av AIDS og homoseksualitet sum so. Meira er tað lívsstílurin hjá fólki við narkotikanýtslu, nógvum kynssjúkum, vánaligari føðslu o.s.fr. sum hevur ført til, at teirra immunverja hevur verið sera veik. Lívstílurin hevur so eisini ført til, at so nógv fólk eru smittað. Smyttumynstrini eru í dag nógv broytt, tí sjálvt um homo- ella biseksuellir menn framvegis eru størsti bólkurin, so er talið av fólki sum eru smittað við heteroseksuellum sambandi nærum líka stórt. Sproytunarkomanar eru triðstørsti bólkurin. Tá fyrstu tilburðirnir av AIDS komu fram, vóru samkomuleiðarar í USA skjótir at siga at hetta var revsing Guds fyri homoseksualitet. Í t. d. Suðurafrika er eitt av størstu vandamálunum, at blaðungar gentur fáa AIDS, tí tær verða neyðtiknar av monnum við AIDS. Er tað Guds revsing yvir børnini í Afrika? Hvat verða tey revsaði fyri?

2.Tey samkyndu vera samanborin við pædofili
2.1.Pædofil eru sjúk fólk sum á grovan hátt fremja kynslig brot móti børnum. Børn eru verjuleys móti móti teirri manipulatión og tí harðskapi, sum pedofil nýta. Samkynd eru fólk sum hava kynsligt samband við vaksin fólk av sama kyni. Eins og í hinkyndum sambondum, eru samkynd sambond oftast í semju millum tveir samkyndar partar, sum eru nóg búnir til at siga greitt ja, eins og onnur vaksin. Um semja ikki er millum partarnar, er, sum í hinkyndum sambondum, talan um neyðtøku, sum hevur sítt egna pláss í revsilógini. Um broytingin í § 266b í revsilógini hevði verið samtykt, hevði hvalvíksprestur kunna fingið fongsulsrevsing í upp til 2 ár. Broytingaruppskotið fall, og tí kann helst ein og hvør kalla samkynd fyri pædofil og, sum bólk, leggja tey undir kynsligan ágang móti børnum. Við somu lóg í hondini, kunnu vit helst eisini leggja prestar, reyðhærd, lámar, kirkjufólk, baptistar o.s.fr. undir tað sama. Bara vit gera tað undir einum, sum bólk. Revsilógin verjir bara einstaklingar, burtursæð frá teimum bólkum, sum beinleiðis eru nevndir í § 266b. Signalið frá løgtinginum er, at tað er í lagi at niðra samkynd. Er tað so eisini í lagi at niðra arðar bólkar?

3.Tey samkyndu skulu ikki sleppa at arbeiða við børnum, tí tað kann vera vandamikið fyri børnini.
3.1.Hvørji eru tað nú, sum eru vandamikil fyri børnini? Bara tey seinastu fáu árini eru yvir 500 prestar í USA dømdir fyri siðamisbrot móti børnum. Nógv mál hanga eftir, og nógv mál eru endað uttan fyri rættin við semju millum partarnar um endurgjald. Út frá hesum eiga prestar als ikki at sleppa nærhendis har, sum børn eru.

Annars hevur kjakið um rættindini hjá teimum samkyndu ein tendens til at fara inn á fleiri síðuspor. Serliga eru tað tær kristnu samkomurnar, sum standa fyri avsporingini. Eg havi hildið, at tað eru fordómarnir og haravfylgjandi vantandi vitan. Men eg havi hoyrt onkran ró framundir, at hetta er ein tilvitaður taktikkur, sum stendst av, at tey sakligu argumentini eru so tunn ella als ikki til staðar. Harafturat hava nakrar málsligar fløkjur ført til, at samskiftisvegirnir eru ógvuliga tungir.
Hvørjaferð kjakið snýr seg um juridisk viðurskifti, verður tað skeiklað inn á religiøs viðurskifti, soleiðis sum tað er við so mongum her í okkara vælsignaða landi.
Og spurningurin, um ein er fyri ella ímóti samkyndum, er líka meiningsleysur sum spurningurin, um ein er fyri ella ímóti veðrinum.
Alment at kunna siga frá, at ein er ímóti antidiskriminatiónsregluni fyri samkynd, skrásettum parlag, kvinnuligum prestum o.s.fr. er ein demokratiskur rættur, á sama hátt sum tað er ein demokratiskur rættur at vera fyri hesum. Men at svína ein samfelagsbólk t. d. samkynd út, og kalla tey satans ránsveiða, pedofil og samfelagsskaðilig, eigur at vera revsivert. Men eisini í hesum marknalandinum millum religión og jura sæst týðiliga, hvussu demokratiið, sum er fortreytin fyri, at trúðafelagsskapir sleppa at virka í friði, verður traðkað niður av somu felagsskapum.
Málfløkjurnar gera tað ikki lættari. Hugtøkini diskriminering og happing verða brúkt hvørt um annað, sjálvt av løgtingsformanninum. Men í orðabókini stendur, at diskriminering er mannamunur ella mismunur (samkynd kunnu ikki verða lærarar ella pædagogar), meðan at happa (á donskum; mobbe) er at arga, spotta, háa, niðra (tdm: samkynd eru ránsveiða satans, samkynd kunnu samanberast við pedofil, vandamikil fyri børnini).
Kynslig orientering verður í fjølmiðlunum umsett til kynsliga sannføring??? Ein kann hava eina politiska sannføring, men eina kynsliga??? Tá fær tað ein dám av einum vali ímillum at vera samkyndur og at vera hinkyndur. Og tað er jú púra burturvið.
Spennandi verður at síggja, hvussu meldingin av hvalvíkspresti fer at ávirka gongdina. Verður hesin ákærdur og dømdur, eigur hetta at fáa somu avleiðingar fyri onkran politikara og onkran samkomuleiðara. Verður málið hinvegin avvíst, ella presturin verður fríkendur fyri eina evt. ákæru, stendur løgtingsformaðurin eftir sum orðloysingur. Hann hevur alment sagt, at tey samkyndu eru nóg væl vard í lógini. Føroyar standa tá eftir sum eitt land, har tað stendur øllum frítt at spilla minnilutabólkar í samfelagnum út, og at leggja tey undir grovan kriminalitet og ólevna av øllum handa slag. Tá er bara mannarættindadómstólurin eftir at leita sær til.