Toyota keypt seg inn í Tesla

Nógv varð gjørt burturúr í býnum Fremont, nærhendis San Francisco, tá Toyota almannakunngjørdu, at teir hava keypt seg inn í Tesla Motors, sum hava spesialiserað seg í at framleiða nakrar av kvikastu og mest framkomnu elbilum í øllum heiminum.

Guvernørurin í California, Arnold Schwarzenegger, luttók í hátíðarhaldinum og kundi gleðast um, at avtalan kemur at hava við sær yvir 1000 nýggj arbeiðspláss.


Ætlanin er at Tesla og Toyota m.a. skulu samstarva um sonevndar Minivan og Crossover í el-útgávum.