Útoyggjastevan verður hildin á hvørjum ári, har útoyggjarnar skiftast um at vera vertir. Í ár verður stevan hildin úti í Svínoy leygardagin 11. juni, tá árligi aðalfundurin hjá útoyggjafelagnum eisini er á skránni. Aðalfundurin verður í lærarahúsinum kl. 10.30
Kl. 14.00 setur Ólavur Klementesen stevnuna, og restina av degnum verður nógv ymiskt á skránni. Í gamla skúla verður framsýning av gomlum myndum og søguligum lutum úr bygdini, og í Lærarahúsinum verður tunnils-ætlanin sýnd fram. Skipað verður eisini fyri gongutúri runt í bygdini, har staðkend fara at greiða frá ymsum áhugaverdum, og høvi verður eisini at fara á útferð út í Árantsholuna.
Eisini Angela og Hannebal fara at leita sær út til Svínoyar at gera okurt spennandi saman við børnunum, og út á kvøldið verður togtogan og bál, har Bjarni Jacobsen fer at halda bálrøðuna. Aftaná verður skipað fyri enskum dansi í Dansistovuni og eisini verður farið uppá gólv uttanfyri.
Tey, ið ynskja at ferðast beinleiðis úr Havn til Svínoyar, verða biðin um at tekna seg við at senda teldupost til utoygg@utoyggj.fo og upplýsa navn og tlf. nummar. Plássið á hesum túrinum er avmarkað. Eisini verða fleiri eykatúrar Hvannasund ? Svínoy ? Hvannasund silgdir stevnudagin
Skráin fyri Útoyggjastevnuna
09.30 - 10.30 Morgunmatur
10.30 - 12.00 Aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum
12.00 - 13.00 Døgurið
-
14.00 Ólavur Klementsen setur stevnuna, felagssangur
14.15 Hoppiborg o.a. fyri børn
15.00 Hannibal og Angela undirhalda
15.00 Breyð- og kaffisøla
10.00 Framsýning í gamla skúla av gomlum myndum og søguligum lutum úr bygdini
15.00 Tunnils-ætlanin verður sýnd fram í Lærarahúsinum
16.00 og 18.00 Kirkjan verður sýnd fram, Heri Joensen, prestur, greiður frá, Í kirkjuni verður Kórsangur v/Ólavur Hátún og havnakórinum
15.00 - 16.00 Húsini úti í Bø verða víst fram
14.30 Útferð út í Árantsholuna
17.00 Frásøgn um Skotaskipið og onnur søgulig støð í bygdini Óli á Geilini og Símun Hansen greiða frá
20.00 Togtogan millum útoyggjarnar
21.00 Bál í fjørðuni og felagssangur. Bálrøðari: Bjarni Jacobsen
22.30 Føroyskur og enskur dansur í og uttanfyri Dansistovuna