Útoyggjastevna í skiftandi veðri

Leygardagin leitaði fitt av fólki sær á útoyggjastevnu í Hesti.

Norðlýsið sigldi og Teistin sigldi til og frá allan dagin. Eisini leitaðu nakrir smábátar út í Hest.

Veðrið hevur tó ikki verið av tí besta leygardagin. Væl av vindi var tað mesta av degnum og tað regnaði ella sirmaði.

Hetta merkti eisini stevnuna í Hesti, sum hevði rúgvusmikla skrá. Men eittnú varð ætlaða útferðin út í Koltur avlýst.

Men veðrið var skiftandi, og tá stevnan varð sett klokkan 14:00 sá sólin.

Og fólk hugnaðu sær og vitjaðu skúlan, har framsýning var av ymsum heimavirkaðum. Har sást eisini eitt boð uppá, hvussu føroyskar matvørður kundu verið marknaðarførdar. Eittnú við lokkandi heitum og innpakking.

Ymsastaðni fekst ymiskt til matna, og fólk vóru blíð í Hesti, og bjóðaðu innar. Børnini sluppu eisini at royna hoppiborg og annað.

Á kvøldi var ymiskt á skránni, eittnú togtogan, diskotek í bygdastovuni og dansur við Moonlight á bryggjuøkinum.