Tað kølnar skjótt á útoyggjunum, og um ikki so øgiliga langa tíð verður øskukalt, um ikki aða almenna tekur um endan. Møguleikarnir eru til staðar at liva á útoyggj, men teir eru í fleiri førum truplir at sleppa til. Størsta forðingin er ivaleyst, at tað er trupult at fáa fígging til teir vinnumøguleikar, ið eru á útoyggj, sigur Tummas Frank Joensen í Skúvoy.
Tað gongur alvorliga tann skeiva vegin í Skúgvi í løtuni, sigur Tummas Frank Joensen. Seinastu trý árini eru 24 fólk farin úr bygdini. Tríggjar familjur við tilsamans 20 fólkum eru flutt av oynni, og fýra fólk eru deyð. Í dag búgva 34 fólk í Skúvoy, og fimm búgva á Dímun.
Hann sigur samsvarandi øðrum útoyggjfólki, at tað, sum hent er, síðan Útoyggjaálitið varð gjørt, er skjótt at skriva um. Tí tað er sera lítið, har er komið burturúr.
Roynt hevur verið at kalla landsins avvarðandi myndugleikar upp, men har hevur móttakarin eftir øllum at døma verið sløktur ella í ólagi.
Eitt dømi um trupulleikarnar tey hava á útoyggj er oljuflutningurin. Tey skulu framvegis flyta olju í tunnum. Stuðul verður givin til at fáa hana upp á bryggjuna í eitt nú Skúvoy, men so má hvør sær syrgja fyri at fá hana heim í egnan tanga.
?Tað skilir ein og hvør, at ein einsmøll gomul kona, klárar ikki tað, og tí hongur tað so á teimum, sum eru so mikið birg, at tey klára hetta. Tað er nakað, sum gjørt verður av vælvild.
?Tú kemur tær ikki at taka fyri tað, hóast tað er arbeiðið sum so mangt annað, ið eisini verður tikið fyri aðrastaðni, sigur Tummas Frank Joensen.
Hann sigur, at roynt hevur verið at fáa gjørt ein stóran tanga, sum tekur eitt ársforbrúk av olju úti í Skúvoy, haðani so leiðing verður løgd til øll húsini í bygdini. Men tað kostar so mikið nógv, at kommunan orkar ikki einsamøll at gera tað. Og royndir at fáa eitt nú oljufeløg ella landsmyndugleikar at hjálpa til við hesum, hava enn ikki givið aftursvar, sigur hann.
Vinnuhús
Tað eru møguleikar fyri skapandi vinnu eisini á útoyggjunum, sigur Tummas Frank Joensen. Teir finnast í landbúnaði og veiðu annars. Men tað krevur, at møguleiki er fyri at vðgera og sleppa av við ta framleiðslu, oyggin klárar at lata.
Eitt heilsufrøðiliga góðkent framleiðsluhús, har fuglur, fiskur og kjøt kundi verðið hagreitt og pakkað liðugt til marknaðin, hevði avgjørt verið eitt stig á leiðini til bjargning av hesum samfeløgunum, sigur Tummas Frank Joensen.
Tað tykist tó trupult at fáa nakran at fíggja eitt slíkt virki. Tá tosað hevur verið við fíggingarstovnarnar um slíkt, sigur Tummas Frank Joensen, hevur svarið bara verið, at tað verður helst trupult at sleppa av aftur við ein slíkan bygning, um hann fer á húsagang. Og harvið steðgar so tann ætlanin.
?Ikki tí, sigur hann. Tað tykist ikki vera ringt at sanera stórhanlar í miðstaðarøkinum, sum so aftur ger, at tað ikki ber til at hava handil á smáplássunum, tí eingin handilsketa vil handla við nakran, ið ikki hevur fleiri hundraðstúsund krónur í umsetningi árliga. Vit síggja eingi tilboð her úti, soleiðis, sum tey hava aðrastðani. Alt verður dýrari at keypa her, og fólk handla tí í storum, har bíligaru vørurnar fáast. Tað ger so aftur enda á bygdahandlunum, sigur hann.
Hann er sannførdur um, at hóast inntøkan, ið fæst av landbúnaði og veiðu á útoyggj, ikki svarar til tað, ein góð inntøka á meginøkinum er, hevði tað borið væl til hjá fólki at liva av tí.
?Eg ivist ikki í, at fólk hevði kunnað livað her við eini lægri inntøku enn tey noyðast at hava, sum skulu forsvara hálvaaðru millión fyri at búgva í Hoyvíkshaganum, sigur hann.