Tottenham víðari í Champions League

Við málleysum javnleiki á White Hart Lane í kvøld móti Milan, er Tottenham víðari til Champions League fjórðingsfinalurnar. Tottenham vann fyrra dystin í Milano 1-0 og tí skuldi Milan skora í dag, um teir skuldu hava nakran møguleika fyri at koma víðari. Við Zlatan Ibrahimovic, Robinho og Pato í álopinum, hevur Milan avgjøt eitt álop, ið kann skora mál. Tað megnaðu teir bara ikki í kvøld. Tað nærmasta teir komu var sjálv málstrikan. Á málstrikuni stóð Tottenham miðverjin, William Gallas, og fekk ruddað burtur.

 

Milan hevði í løtum gott tamarhald á dystinum og var nærri einum máli enn Tottenham. Í seinna hálvleiki vóru bæði Pato og Robinho nær við. Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham, er tann fyrsti enski venjarin, ið megnar at leiða eitt lið í fjórðingsfinaluna í Champions League.

 

Schalke vann á heimavølli á Valencia og kom somuleiðis víðari.

 

Champions League 1/8 finalur:

 

Tottenham ? Milan 0-0

Tottenham vinnur samanlagt 1-0

 

Schalke ? Valencia 3-1

Schalke vinnur samanlagt 4-2