Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina um heystið á føroyska landgrunninum, har 200 føst hál á ein tíma verða tikin á hvørjum ári. Sum kunnugt hevur tað verið søguliga lítið at fáa av toski og hýsu seinastu umleið 12 árini.
Magnus Heinason fór av Havnini 17. august. Teir byrjaðu á Suðuroyarbanka og tóku støðir á Munkagrunninum. Síðani gekk leiðin norður í Vágahavið og Mýlingsgrunnin, áðrenn leiðin lá suður aftur í Munkagrunnin og so norður í Skeivabanka. 24. august landaði Magnus Heinason í Havn. Tilsamans fingu teir 64 góðkend hál.
Fyribilsúrsliti hjá Havstovuni benda á, at toskurin er við at koma fyri seg aftur.
- Í ár var tó væl meira at fáa av toski, hýsu og hvítingi og nøgdin byrjar at líkjast tí, sum fyrr var vanligt, sigar Havstovan. Hon viðmerkir tó, at nøgdin á toski skal takast við fyrivarni, tí eitt einstakt hál vestan fyri Skúvoy taldi nógv í samlaðu nøgdini.
- Nøgdin av hvítingsbróðri, svartkjafti og gulllaksi er ikki nógv broytt seinastu trý árini og tað sama er galdandi fyri upsa, tungu og reyðsprøku. Ein lítil niðurgongd hevur verið í longu og brosmu. Tað var nógv at fáa av makreli, men heldur minni av sild í mun til undanfarin ár. Magakanningarnar vístu, at tað var sera nógv til av nebbasild, skrivar Havstovan í frágreiðing síni frá túrinum.