Tann 65 ára gamli norski stuttleikafiskimaðurin Knut Ove Randøy viðgekk aftaná, at tað stóð nógv á, áðrenn hann fekk tann 52 pund tunga toskin inn í bátin. Húkurin var eisini bognaður. Við fjølmiðlarnar sigur hann, at hjartað steðgaði á eina løtu, so spentur var hann.
Tað var sunnudagin, at Knut Ove Randøy fekk tann 110 centimetrar langa toskin, meðan hann royndi á einari leið 40 fjórðingar úr landi.
Hetta er størsti toskur, sum Knut Ove Randøy hevur fiskað. Tað gamla metið hjá honum var 38 pund.










